0

Ingen varer i kurven.

HJÁLP

+298 221968

Iðrannarrættur

Yvirlit

Iðrannarrætturin er 30 dagar og tú fært keypspeningin afturgoldnan.

Er longri enn 30 dagar frá tí tú hevur keypt vøruna, kunnu vit ikki geva tær fult endurgjald ella umbýtið.

Tá tú sendur vøruna aftur, er treytað av at vøran er óbroytt frá tí tú fekst hana. Hon má vera í uppruna pakninginum.

Fyri at taka vøruna aftur krevst kvittan ella annað prógv fyri keypinum.


Endurgjald

Tá við hava móttikið vøruna og kannað hana, senda vit ein mail um móttøkuna. Vit siga eisini frá um vit kunnu góðkenna endurgjald av keypsupphæddini.

Um so er, at vit gjalda fyri flutning av vøruni til bústað okkara verður flutningupphæddin trekt frá upphæddini – flutningskostnaðurin er vanliga á 200 – 400 kr., men alt eftir hvar vøran verður send frá.

Um endurgjaldið er góðkent verður upphæddin sjálvvirkandi flutt við tí gjaldshátti sum upprunaliga goldið vøruna. Roknast má við at endurgjaldið tekur nakrar dagar.

 

Um tú ikki hevur fingið endurgoldið peningin

Kannað kontuna enn einaferð, og hareftir set í samband við bankan. Onkuntíð er tíðarskeiðið longri enn væntað.

Um tú hevur gjørt hetta, og peningurin ikki er komin, so set teg í samband við okkum á teldupostinum support@dekk.nu


Seldar vørur

Bert vørur til vanligan prís vera endurgoldnar. Útsøluvøra hevur ikki iðrannarrætt og verður ikki afturgoldin.


Umbýtan

Vit umbýta bert vørur sum eru skaddar. Um tær tørvar umbýtan til somu vøru, so send okkum ein teldu post til support@dekk.nu og send vøruna til henda bústað:

Sp/f f1
Bryggjan 9
FO-900 Vágur


Flyting av vøru aftur til seljara

Vøran sum skal sendast aftur, skal sendast til bústað:

Sp/f f1
Bryggjan 9
FO-900 Vágur

Tú hevur ábyrgd av flutningskostnaðinum av at senda vøruna aftur, og hesin kostnaður verður ikki endurgoldin.

Tá tú fært endurgjald, er flutningskostnaðurin frádrigin.

Flutningstíðin er ymisk, alt eftir hvar tú býrt.


Tørvar tær hjálp?

Set teg í samband við okkum á mailinum support@dekk.nu um tú hevur spurningar um endurgjald og aftursending av vøruni.